Slapp í síðstu løtu

Tað var um reppið, at NATO-hermenn fingu fatur á tí eftirlýsta serbiska krígsbrotsmanninum Radovan Karadzic í síðsta mánað.

Sambært høvuðsákæranum hjá krígsbrotsmannadómstólinum í Haag, Carlu Ponti, lupu NATO-hermenn á bústaðin hjá Karadzic í býnum Pale tann 13. januar, tí teir høvdu fingið at vita, at hann var við hús. Men hermenninir komu ov seint, tí Karadzic var farin haðani tveir tímar frammanundan. Radovan Karadzic er skuldsettur fyri fólkamorð í krígnum í Bosnia frá 1992 til 1995. Hann er millum annað skuldsettur fyri at hava skipað fyri hópmorðinum í býnum Screbrenica í 1995, har serbar beindu fyri meiri enn 7.000 muslimskum monnum og unglingum.

NATO-hermenninir leita eisini eftir kroatiska generalinum Ante Gotovina, sum er skuldsettur fyri krígsbrotsverk í landspartinum Krajina í 1995. USA hevur lovað 30 milliónir krónur í finningarløn, um onkur kemur við upplýsingum, sum kunnu gera, at generalurin verður tikin.