Slapp livandi frá falli av 16. hædd

Ein 15 ára gamal drongur í Ný Sælandi slapp við lívinum, tá hann datt næstan 50 metrar niður av ovastu hædd í einum íbúðarbygningi í býnum Manukau. Myndugleikarnir siga, at talan er um eitt satt undur.

Drongurin datt úr íbúðini hjá foreldrunum, sum er á 16. hædd. Í fallinum fór hann ígjøgnum takið á einum bilhúsi, áðrenn hann datt niður á eitt betonggólv. Kortini slapp hann uttan nakað varandi mein, skrivar blaðið New Zealand Herald.

Læknakanningar á sjúkrahúsinum vístu, at drongurin hevði brotið annan handliðin og onkur riv. Harafturat hevði hann fingið onkrar snuddir, men væntandi sleppur hann av sjúkrahúsinum seinni í vikuni.

Ein serfrøðingur sigur við New Zealand Herald, at tað var ikki høvdið, sum tók fyrst, og tað er helst orsøkin til, at drongurin slapp við lívinum.

Maðurin, sum eigur íbúðarbygningin, heldur, at takið á bilhúsinum bjargaði dronginum, tí tað tók tað mesta av fallinum.