Vandin fyri at missa sermerktu røddina varð ov stórur.
Tað gjørdist fyri stuttum greitt, at Jens Marni Hansen skuldi á Ríkissjúkrahúsið, har stemmubondini skuldi undir skurð. Men læknarnir hildu tað verða ov stórur vandi fyri, at tað sermerkta við røddini hjá Jens Marna Hansen fór at detta burtur.
Men Jens Marni Hansen heldur ikki, at túririn til Keypmannahavnar er farin fyri skeyti, hóast eingin skurðviðgerð bleiv.
– Læknin greiddi mær væl frá nógvum týdningarmiklum viðurskiftum við míni rødd, so eg fekk nógv burturúr at tosa við hann, sigur Jens Marni Hansen.
Um støðan hjá stemmubondunum hjá Jens Marna Hansen versnar, so er altíð møguleiki fyri at leggja hann undir skurð seinni.