Tá John Petersen í vár varð dødur tíggju mánaða langa fongsulsrevsing og 30.000 krónur í endurgjaldi fyri at hava neyðtikið eina 17 ár gamla gentu, gekk ikki long tíð áðrenn hann saman við sakførarum sínum Thomas Rørdam og Christiani Andreasen valdi at søkja Løgmálaráðið um at fáa málið fyri Hægstarætt. Og eftirsum hann hevði sent hesa umsókn til Løgmálaráðið, slapp hann at leingja sínn annars útgingna farloyvi úr løgtinginum.
9. juli tók Løgmálaráðið avger um, at málið ikki sleppur fyri Hægstarætt. Sostatt stendur dómurin hjá Eystara Landsrætti við, og John Petersen skal inn at sita í tíggju mánaðar umframt, at hann skal gjalda neyðtiknu gentuni 30.000 krónur í endurgjaldi.
Eyka løgtingsfundur
Í sambandi við, at neyðtøkumálið hjá John Petersen nú er endaliga avgreitt, og hann er dømdur fyri neyðtøku, ber ikki longur til hjá honum at hava farloyvi úr løgtinginum. Tískil hevur hann biðið løgtingsformannin um at loysa seg úr starvi. Fyri at hetta skal bera til krevst atkvøðugreiðsla, og tískil verður summarfrítíðin hjá løgtinginum avbrotin og verður eyka løgtingsfundur hildin hósdagin, har einasta málið á skránni er atkvøðugreiðsla um, at varamaðurin hjá John Petersen, Eyðun Viderø, skal taka sæti á tingi fyri John Petersen.