Tá Jupiter fríggjadagin boðaði frá, at hann hevði 500 tona av góðari sild til matna, slapp hann ikki av við lastina í Noregi Orsøkin var sambært heimasíðuni hjá reiðarínum, at FHL Industri, sum er ein felagsskapur hjá fiskakeyparum, noktaði at bjóða uppá sild fríggjadagin og aftur í dag. FHL eru ónøgdir við minstaprísin á sild, sum Norges Sildesalgslag ásetir. Í FHL halda teir, at prísurin er ov høgur.
Jupiter og Tróndur í Gøtu, sum partrolaðu, hildu síðani fram at fiska, og nú gekk betur, tí um vikuskiftið varð sild aftur keypt á Norges Sildesalgslag.
Juputer hevur umleið 450 tons av sild til matna, sum verða landað í Bodø. Teir verða ætlandi lidnir at landa har í kvøld.
Tann elsti parturin av lastini fer til mjøl. Talan er um eini 1.050 tons, sum Jupiter skal landa í Ålesund. Tað tekur eitt samføgur at sigla úr Bodø suður til Ålesund.










