Leiðslan á Walter Reed-sjúkrahúsinum hevði biðið rocktónleikaran John Mellencamp halda konsert fyri hermonnunum, sum vóru komnir hagar, eftir at teir vóru vorðnir særdir í Irak. John Mellencamp játtaði og gjørdi av at bjóða teirri kendu vísusangarinnuni Joan Baez við sær.
Men tað gekk ikki. Leiðslan á sjúkrahúsinum vildi ikki hava Joan Baez at syngja fyri hermonnunum. Walter Reed-sjúkrahúsið er undir verjumálaráðnum Pentagon, men har vil eingin siga, hví tann 66 ára gamla sangarinnan ikki slapp at syngja fyri teimum særdu hermonnunum.
Joan Baez sjálv ivast ikki í, at hennara stríð ímóti krígnum í Vietnam á sinni er orsøkin, og hon hevur heldur ikki dult fyri, at hon er harðliga ímóti krígnum í Irak.