Slapp ikki at hjálpa dóttrini

Sum dómari er uppgávan hjá Schandorff Vang at tryggja rættvísi í kappingini í bogaskjóting. Og so verður tað harvið, um dóttirin samstundis stríðist fyri gullinum

Bogaskjóting

 

Verður tosað um føroyska bogaskjóting, slepst illa uttan um at nevna Schandorff Vang. Veteranurin úr Sundalagnum hevur gjøgnum árini skotið hópin av gullmerkjum heim til Føroya, men hesa ferð er Schandorff ikki millum føroysku skjúttarnar.

Tá gullið regnaði yvir føroysku skjúttarnar á Rhodos, segði Shcandorff, at nú setti hann punktum sum skjútti, og hetta lyftið hevur hann eisini hildið.

 

Kann ikki hjálpa liðnum

Heilt burtur frá ítróttini er Schandorff tó á ongan hátt. Seinastu árini hevur hann virkað sum dómari, og eitt nú var hann eisini við á OL í Beijing í fjør.

Tað er eisini sum dómari, at hann er við á Álandi. Og hóast tað helst kundi verið freistandi at hjálpt føroyska liðnum, tá harðast leikaði á í gjár, so var hetta nakað, sum als ikki kom upp á tal hjá honum.

- Tað kann eg jú ikki. Mín uppgáva er at tryggja, at alt gongur rættvíst fyri seg. Og so dugir tað ikki, um eg samstundis gangi og mali millum okkara skjúttar. Sjálvandi fylgi eg við, hvussu gongur hjá okkara fólki. Eg búgvi jú saman við teimum, og eg havi skotið nógv saman við øllum teirra. So sjálvandi telur tað nógv fyri meg.

- Men her og nú er tað ikki mín uppgáva. Tað ber ikki til, um eg dømi ein píl hjá onkrum til 9 ístaðin fyri 10, tí hvørt einstakt stig kann vera avgerandi, segði Schandorff, tá skjúttarnir vóru lidnir við síni skot týsdagin.

 

Mátti rýma

Men tá dóttir tín eisini er við – og enntá er í knallhørðum dysti um gullmerkið. Er tað tá ikki trupult at halda seg heilt burtur?

- Nei, tað haldi eg ikki. Vit tosaðu sjálvandi saman í gjár og í morgun. Men tá hon skjýtur, so er tað hon, sum hevur tann leiklutin, meðan eg eri dómari. Eg byrjaði tó dagin í dag við at standa nær henni, tá skotið var. Tí eg helt kanska, at tað kundi hjálpa.

- Har var tó onkur av hinum skjúttunum, sum gramdi seg um, at eg sum føroyingur skuldi standa hjá føroysku skjúttunum, so eg flutti meg bara. Tann sum grenjaði, var frá Guernsey, og ístaðin fekk hon ein dómara av Guernsey yvir til sín, so eg veit ikki reiðiliga, hvussu tað skuldi gera alt so nógv meira rættvíst.

Og hvussu hevði tú tað so við at standa einar 50 metrar frá dóttrini, tá tú visti, at hon við einum góðum 30-meturi hevði møguleikan fyri gullinum?

- Tað var sjálvandi spennandi. Eg fylgdi alla tíðina væl við skoruni hjá henni og teimum, sum hon kappaðist við. Men fyrst og fremst røkti eg mína uppgávu á teimum banunum, har eg dømdi. Eg royndi tó at syrgja fyri, at eg fekk úrslitini hjá Anniku og kappingarneytunum at vita sum skjótast, men eg mátti altso bíða, til mínar breytir vóru púrasta lidnar, áðrenn eg kundi fara yvir til hennara.