Slapp hampiliga væl frá óhappinum

Eftir umstøðunum var maðurin, sum koyrdi útav á motorsúkklu, heppin

Maðurin, sum koyrdi út av við motorsúkklu á Eiðisskarði, slapp væl frá óhappinum.

Løgreglan sigur, at hann meiðslaði sær økslina.

Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar og løgreglan í morgun, at eftir umstøðunum er hann sloppin væl frá óhappinum

Afturímóti fólki í bili, eru førarar á motorsúkklu lutfalsliga illa vardir í óhappum.

Men í hesum føri var førarin í trygdarklæðum við ryggverju og og verju fyri øðrum pørtum av kroppinum, so hann var so væl vardur, sum ein motorsúkkluførari kann vera. 

Tað var eisini orsøkin til, at eg slapp so væl frá tí, sigur motorsúkkluførarin, sum vit hava verið í sambandi við, men sum við vera ónevndur.