Slapp eg inn ?

Hvørt ár er søgan tann sama. Postboðini bera brøvini frá »Den Koordinerede Tilmelding« út um ólavsøkuna, vónríkir umsøkjarar lata tey upp, og har endar felags søgugongdin hjá temum, sum hava søkt um upptøku á hægri útbúgvingarstovnum í Danmark. Fyri summi er ólavsøkan so at siga oyðiløgd, meðan onnur beinanvegin byrja at pakka

 

Um brævbjálvin er tunnur er tað eitt nei, men er brævbjálvin tjúkkur er tað allarhelst eitt ja. Eitt nei fyllir nevniliga oftast bara eitt ark, meðan tað við einum játtandi svari plaga at fylgja onnur skjøl.

Ein av komandi døgunum, helst mánadagin, fáa hundraðtals føroyingar bræv frá »Den Koordinerede Tildmelding« (KOT) har boðað verður frá, um tey hava fingið pláss á teirri útbúgving, sum tey fyrr í ár vónrík hava søkt um, ella ikki.

Grundreglan um hvussu man sær á brævbjálvanum, um hann inniheldur eitt játtandi ella noktandi svar, fer uttan iva at liggja langt frammi í huganum hjá teimum, sum mánamorgunin fara at telja minuttir til potboðið kemur við brævinum.

Men fyri tey flestu er tað við blandaðum kenslum, at tey lata brævbjálvan upp, tí eitt játtandi svar merkir ikki, at lívið frá nú av verður sól og hunangur. Fyri tey flestu merkir tað samstundis eitt brátt farvæl til familju, vinir og tryggu umstøðurnar heima. Tí skotbráið er stutt og longu um ein mánað skulu tey sita klár í onkrari skúlastovu ella fyrilestrarhøll í Danmark. Og áðrenn tað skulu tey finna sær okkurt stað at búgva og annars renna frá Peri til Pól fyri at fáa alt tað formella viðvíkjandi flytingini í rættlag.

Hjá nøkrum tykist alt hetta so møtumikið og ótrygt, at eitt noktandi svar kann kennast sum ein lætti. Fyri tey flestu er noktandi svarið tó ein tungur biti at svølgja. Men teimum nytist ikki at fella í fátt beinanvegin, tí um skjótt verður farið fram, ber oftast til at koma inn á onkra aðra útbúgving.

Í teimum báðum greinunum niðanfyri verður greitt frá hvat nú er at gera, annaðhvørt tú hevur fingið játtandi ella noktandi svar í brævinum frá KOT.