Slanga leys í flogfarinum

Eitt flogfar hjá egyptiska felagnum Air Egypt við 90 ferðafólkum noyddist at neyðlenda fyrradagin, tí ein vandamikil slanga var sloppin leys inni í flogfarinum.

Jordanska blaðið Jordan Times skrivar, at ein ferðamaður hevði fjalt eina egyptiska kobraslangu í einari tasku, sum hann hevði við sær sum hondviðføri. Men tá maðurin royndi at forða slanguni í at fara upp úr taskuni, beit hon hann í hondina og smoygdi sær niður á gólvið í flogfarinum.

Flogskiparin helt seg ikki hava annað í at velja enn at neyðlenda á flogvøllinum uttan fyri egyptiska frítíðarbýin Al Ghardaqa. Har komu trygdarmenn umborð, beindu fyri slanguni og tóku eigara hennara.

Tað er ikki greitt, hvørja revsing tann 48 ára gamli slangusmuglarin fær, men sambært egyptiskum fjølmiðlum var hann heppin, tí bitið hjá kobraslanguni er lívshættisligt.