Annfinn Brekkstein
Enn eina ferð hava vit sovið í tímanum, meðan onnur virka og eru til arbeiðis. Nýggjasta dømi er, at íslendingar nú fara at lata upp eitt generalkonsulat í Føroyum, eftir at Føroyar og Ísland eru blivin eitt búskaparøki.
Gylti spurningurin er tí, hvat føroysku myndugleikarnar hava at bjóða føroyska vinnulívinum! Er nakar føroyskur umboðsmaður í Íslandi ella nøkur sendistova? Hava føroyingar nakran sendimann, sum er sendur úr Føroyum til Íslands at røkja føroysk áhugamál, so vit eisini fáa fulla nyttu úr Hoyvíkssáttmálanum?
Nei, almennu Føroyar vænta, at føroyskt vinnulív fer at krevja tað, sum løgmaður málber seg. Men so má eg spyrja: Hvat við at tit gjørdu tykkara heimaarbeiði liðugt, áðrenn tit fóru út á altjóða leikpallin?
Tað hevði gagnað føroyska fólkinum og ikki minst føroyska vinnulívinum, um løgmaður eisini kunngjørdi, at Føroyar fara at lata upp eina líknandi sendistovu í Íslandi, so eisini vit kunnu fáa fulla nyttu úr Hoyvíkssáttmálanum!
Tá hevði Føroya fólk av sonnum tikið undir við Hoyvíkssáttmálanum. Men gakk! Aftur hesa ferð er tað so sum so við trúðvirðinum hjá Hoyvíkssáttmálanum og løgmanni, tá vit ikki so frægt sum kunnu bjóða føroyskum vinnulívi somu kor sum íslendingar bjóða sínum.
Hví kunnu vit ongantíð verða fyrst? Hví skulu vit altíð koma haltandi aftaná?