Íslandssáttmálin er eitt haft

Eftir, at kreppan byrjaði eru íslendingar vorðnir nógv meiri kappingarførir enn føroyingar í byggivinnuni. - Hetta fer at skapa trupulleikar, sigur stjóri í byggifyritøku. Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharrin og fyrrverandi løgmaður, heldur Íslandssáttmálan vera eitt haft í løtuni, men at hann í øðrum førum er eitt haft fyri íslendingar

Meðan landsstýrið seinastu tíðina hevur lagt stóran dent á at halda íløgum í gongd í Føroyum, fyri at tryggja virksemi í krepputíðunum, so verða tað helst íslendingar, sum taka mesta arbeiðið. Fyrsta dømi var Hovstunnilin, og tað næsta verður helst útbyggingarnar á Landssjúkrahúsinum. Í tí førinum var bíligasta føroyska fyritøkan heilar seks milliónir krónur dýrari enn bíligasta íslendska tilboðið.

- Vit síggja týðiliga ein tendens, har íslendingar eru nógv bíligari enn vit. Í samband við Landssjúkrahúsið fóru vit so langt niður í prísi, sum vit á nakran hátt kundu, men íslendingarnir vóru framvegis nógv bíligari, greiðir Jón Danielsen, stjóri í Articon, sum bjóðaði upp á Landssjúkrahúsið, frá. Hann leggur tó afturat, at teir ikki fara at blaka handklæði í ringin.

Jóannes Eidesgaard sigur, at hendan støðan hongur saman við Íslandssáttmálanum, og at hetta ger, at íslendskar og føroyskar fyritøkur hava líka góðan møguleika at bjóða upp á arbeiðir í Føroyum.

- Mann kann siga, at Íslandssáttmálin er eitt havt fyri føroyingar í løtuni, men tað gongur eisini hinvegins, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann leggur afturat, at hann vónar, at føroyingar verða við í arbeiðinum við Landssjúkrahúsinum, og at soleiðis var støðan við Hovstunlinum eisini.


Geva útlendingum arbeiði

- Tað er løgi, at mann ger so nógv fyri at halda íløgukarminum uppi, tá mann gevur útlendingum arbeiðini. Tað verður spennandi at síggja, hvat fakfeløgini gera við hetta, men tað verða aðrar tíðir. Vit klára ikki at kappast við íslendingar í løtuni, og tí fara teir við øllum arbeiðunum, sigur Jón Danielsen. Hann leggur afturat, at mann skjótt fer at síggja, at føroyingar fara at standa á síðulinjuni, tí kostnaðarstøðið hjá íslendingum er so nógv lægri enn í Føroyum.

- Vit tosa um einar 100 krónur á muni á hvørjum arbeiðstíma hjá føroyingum og íslendingum, so tað sigur seg sjálvt, at vit ikki klára at kappast, sigur stjórin á Articon.

Jóannes Eidesgaard er samdur við Jóni Danielsen.

- Mann má bara staðfesta, at føroyingar ikki eru kappingarførir í løtuni, og hetta er prísurin fyri frían marknað. Men eg rokni við at undirleverandørar og so framvegis partvís verða føroyingar, sigur Jóannes Eidesgaard.


Bíligar íløgur

Hinvegin sær Jóannes Eidesgaard ein stóran fyrimun í, at kappingin verður so hørð.

- Vit tosa her um stórar íløgur, sum vit fáa gjørdar á ein bíligan hátt, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann vísir samstundis á, at mann bjóðar út, fyri at halda kostnaðarstøðinum niðri.

Hinvegin greiðir Jón Danielsen frá, at kappingin í Føroyum alla tíðina hevur verið hørð.

- Vit hava alla tíðina verið í harðari kapping í Føroyum. Tað vit síggja nú er, at vit ongan møguleika hava at kappast við veiku íslendsku krónuna.