Leygardagin 6. august verður føroyameistarskapurin í snartalvi leiktur í Læraraskúlaauluni.
Í fjør vann Helgi Dam Ziska rættiliga suverent, og í ár verður hann mettur at vera favorittur at endurtaka bragdið.
Byrjað verður væntandi kl. 13.00. Ynskt verður, at telvarar boða frá luttøku á staðnum nakað áðrenn fyrsta umfar. Sí meira í vikuni um tíðspunkt og annað um FM-snarkappingina á www.faroechess.com.
Snarmeistarar seinastu 10 árini:
1995: Martin Brekká
1996: Torbjørn Thomsen
1997: Carl Eli N. Samuelsen
1998: John Rødgaard
1999: Eyðun Nolsøe
2000: Finnbjørn Vang
2001: John Rødgaard
2002: John Rødgaard
2003: John Rødgaard
2004: Helgi Dam Ziska
Hugnin í hásæti
Siðvandi landsdysturin millum Føroyar og íslendarar á norður- og eysturlandinum verður leiktur sunnudagin 7. august og mánadagin 8. august. Vestmenningar hýsa fyrra dystin, meðan seinni dysturin fer fram í klaksvík.
Hesir hugnaligu landsdystir millum vinartjóðirnar hava síðani seinast í 70-unum verið leiktir á øðrum hvørjum ári. Í Akureyri í 2003 vunnu íslendarar tepran sigur á einum heldur skerdum føroyskum liði og umvent varð sama søga galdandi, tá føroyingar vunnu stórsigur í Tórshavn í 2001.
Mangir telvarar minnast aftur túrarnar til Ísland við einum breiðum smíli. Við hesum sermerktu landsdystum stendur tað sosiala aspektið hjá teimum flestu væl meira framarliga enn tað ítróttarliga.
Hampiliga sterkt føroyskt lið
Tíggju telvarar manna liðini bæði. Helst verða nakrar útskiftingar á føroyska liðnum frá fyrsta til seinna dystin. Flóvin Tór Næs, Hans Kristian Simonsen og Helgi D. Ziska fara eitt nú at royna seg antin báðar ella ein av døgunum.
Ætlanin var, at John Arni Nilssen skuldi vera á føroyska fyrsta borðinum, men hann mátti tíverri geva avboð. Íslendarar hava sum oftast sterka manning á ovaru borðunum, meðan niðara helvtin - serliga tá telvað verður í Føroyum - plagar at vera nakað veikari enn tann føroyska.
Talvið hesa vikuna
EM fyri landslið verður í hesum døgum leiktur í svenska býnum Gøteborg. Flestu av teimum fremstu liðunum eru sera væl mannaði. Hollendska liðið, við millum annað Ivan Sokolov og Jan Timman, hevur fingið flúgvandi byrjan eftir trý umfør. Sí www.goteborgchess2005.se
Í fyrsta umfari revsaði Sokolov bulgarska mótstøðumann sín við harðastu viðferð.
GM Sokolov (2691) GM Georgiev (2532)
EM fyri landslið - Gøteborg (1), 30.07.2005
1.d4 d5 2.c4 c6 3.Ric3 Rif6 4.Rif3 a6 5.e3 e6 6.b3 Bb4 7.Bd2 Byrjanarspælið hjá hvítum tykist kanska tolið og varið, men ansar svartur sær ikki, kann, sum í hesum talvi, skjótt enda heilt galið 7...00 8.Bd3 dxc4 9.bxc4 c5 10.00 Ric6 11.Rie4 cxd4 12.exd4 Be7 13.Be3 b5 Djarvur, men ikki serliga gevandi leikur 14.cxb5 Rib4 15.Rixf6+! Bxf6 16.Be4 Rid5 17.Fd3 g6 18.a4 Hvítur hevur eina finnu meir og góða støðu. Og tá er Sokolov eirindaleysur 18...axb5 19.axb5 Bb7 20.Bh6 Re8 21.Rxa8 Fxa8 22.Rie5! Rie7?? Støðumynd Í torførari støðu, fer svartur tó heilt skeivur. Sokolov svarar vakurt:
23.Ff3! Hvítur hóttur Bxb7, umframt Fxf6 og har eftir Fg7 mát og eisini Fxf7+. Svartur missur bisp eftir 23...Bxe5 24.Bxb7 og gavst hann tí 10