Íslandsøskan var vandamikil fyri flogfør

Mong hildu, at loftferðslumyndugleikar og flogfeløg gjørdu alt ov nógv av, tá ein stórur partur av flogrutunum í vestara parti av Evropa vórðu avlýstar orsakað av øskuni frá gosinum við Eyjafjallajøkull í Íslandi fyri einum ári síðani. Men ein nýggj frágreiðing vísir, at avgerðin var bein

-Í veruleikanum vistu loftferðslumyndugleikarnir ikki, hvat teir áttu at gera, men teir gjørdu tað, sum rætt var, sigur Susan Stipp, professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og formaður í einum dansk-íslendskum granskaratoymi, sum hevur hugt at málinum.
Granskararnir á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og lærda háskúlanum í Reykjavík hava granskað øskubitlar frá gosinum. Teir siga, at bitlatnir vóru smáir og fóru bæði høgt og langt burtur. Harafturat vóru teir hvassir og kundu oyðileggja vindeyguni á flogførunum og steðga luftkøliskipanini til motorarnar.
Donsku og íslendsku granskararnir siga, at næstu ferð eitt gos sendir øsku út um lond, fara loftferðslumyndugleikarnir at fáa muandi skjótari og betri kunning um øskuna, hvussu høgt og langt hon væntandi fer, og um hon er vandamikil fyri flogfør. Tá verður tann kunningin tøk innan eitt samdøgur, sigur Susan Stipp.