Fyrr í ár vann Svala íslendska Grand Prixið, sum eisini Kristina Bærendsen luttók í, og í kvøld var Svala ein av luttakarunum í fyrru hálvfinaluni í Eurovision í Ukraina. 18 lond kappaðust um tey 10 finaluplássini, sum vóru upp á spæla.
Tað lukkaðist ikki Ísland at koma í finaluna, og hetta er triðja árið á rað, at Ísland ikki verður við í finaluni í Eurovison.
Svøríki kom víðari frá hálvfinaluni í kvøld, men Finnland var ikki millum tey kosnu finalulondini.
Tey 10 londini, sum komu víðari frá hálvfinaluni í kvøld, og tí verða við í finaluni leygarkvøldið, vóru:
Moldova
Aserbadsjan
Grikkaland
Svøríki
Portugal
Póland
Armenia
Australia
Kýpros
Belgia
Seinna hálvfinalan í Eurovision verður hóskvøldið, og tá skulu Noreg og Danmark í eldin. Ein av kórsangarunum hjá Danmark er føroyska Linda Andrews.










