Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, vitjaði í farnu viku í Íslandi, har ørindini vóru at kanna, hvussu Akranes hevur staðið seg, síðani fast samband kom um Hvalfjørð, og teinurin til Reykjavíkar minkaði munandi.
? Umstøðurnar hjá okkum og teimum á Akranesi eru sera líkar. Har búgva á leið tað saman av fólki sum í Klaksvík, tey dúva á fiskivinnu, tey hava sjúkrahús og gera nógv við ítróttin. Tí er tað áhugavert at vita, hvussu tey hava fyrireikað seg til fasta sambandið, og hvussu tað hevur gingist hesi trý árini, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Borgarstjórin í Klaksvík heldur seg hava fingið nógv burtur úr ferðini, og hann hevur gott mót til undirsjóvartunnilin um Lorvíksfjørð, sum væntandi kemur um fá ár.
? Eg fekk nógv burtur úr, sum vit kunnu brúka í okkara fyrireikingararbeiði til undirsjóvartunnilin. Á Akranesi høvdu teir ein arbeiðsbólk, sum tvey ár áðrenn undirsjóvartunnilin kom, fóru í holt við eitt miðvíst arbeiði í býnum, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Seta arbeiðsbólk
Í Klaksvík ætla tey at gera á líknandi hátt við arbeiðsbólki og breiðum samstarvi í býnum.
? Vit hava havt hetta málið til viðgerðar í meirilutan, og vit eru samd um, at tað ræður um at fáa eitt so gott og breitt samstarv sum tilber. Vit ætla at fara meira miðvíst til verka í næstum, so Klaksvík kann verða væl fyrireikað til fasta sambandið, sigur hann.
Á Akranesi lata tey væl at, nú trý ár eru síðani fasta sambandið kom um Hvalfjørð, og tað nú bert eru trý korter at koyra til høvðsstaðin, har eini tveir triðingar av fólkinum býr.
? Fólk støðan betur á Akranesi, nú fasta sambandið er komið, tað er sera nógv ferðsla um Hvalfjørð, og ferðslan bara veksur. Íslendska stjórnin hevur seinastu árini lagt landsstovnar út um landið, og tað hevur Akranesi eisini fingið ágóðan av, síðani fasta sambandið kom, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Ferðin til Ísland kom í lag, tá borgarstjórin á Akranesi, Gísli Gíslason, vitjaði í Klaksvík í fjør. Gísli var formaður í arbeiðsbólkinum, sum fyrireikaði Akranes til fasta sambandi, og hann var vertur fyri vitjanini hjá Steibjørn á Akranesi.
Umframt borgarstjóran vóru eisini tveir embætismenn hjá Klaksvíkar kommunu við á ferðini í Íslandi, har teir eisini vitjaðu í Kópavogi og á Akureyri.