Íslendingar aftra seg ikki fyri at fara inn á altjóða politiska pallin at siga landsins hugsan um teir stóru og mest áleikandi spurningarnar á heimspallinum. Tað gjørdi Össur Skarphéðinsson, uttanríkisráðharri, heldur ikki, tá hann í gjár segði sína hugsan um støðuna í Sýrialandi.
Uttanríkisráðharrin fordømdi framferðina hjá myndugleikunum í Damaskus og ta harðrendu framferðina hjá trygdardeildunum. Hann legði afturat, at framferðin hjá myndugleikunum er brot á altjóða reglurnar um mannarættindi.
Össur Skarphéðinsson segði, at hann tekur undir við teimum, sum krevja, at sýriski forsetin, Bashar al-Assad, skal fara frá.