Ísland hevur fyrrapartin fingið viðhald í Icesave-málinum við EFTA-dómstólin í Luxembourg, og tí skal íslendski staturin ikki rinda bretskum og hollendskum bankakundum nakað endurgjald.
Málið snýr seg um, tá íslendski Landsbankin í 2008 fór á húsagang, so Bretland og Holland noyddust at taka á seg tapið hjá til samans 350.000 bretskum og hollendskum kundum hjá Icesave-netbankanum, sum íslendski Landsbankin átti.
Við úrskurði sínum í morgun staðfestir dómstólurin hjá fríhandilsfelagsskapinum, EFTA, at meðan Ísland veitti fulla trygd fyri falnu bankarnar í Íslandi, hevði íslendski statskassin ongar skyldur mótvegis íslendskum bankum í øðrum londum.
Tað hevur ljóðað, at rokningin til Ísland kundi blivið 30 milliardir krónur, men hesum vísti tíðindamaðurin hjá íslendska ríkisútvarpinum, Bogi Ágústsson, aftur sum eina misskiljing, tá Rás 2 á miðdegi spurdi hann, hvussu íslendingar hava tikið ímóti dóminum í morgun:










