Ísland vann Icesafe-málið

Ísland hevur í dag vunnið tað sokallaða Icesave-málið. Málið hevur verið í EFTA-dómstólinum í Luksenburg, og úrskurðurin ber í sær, at íslendingar sleppa undan at rinda Bretlandi og Niðurlondum út ímóti 30 milliardum krónum.

Málið hevur sín uppruna í íslendsku bankakreppuni í 2008. Millum bankarnar, sum fóru av knóranum, var netbankin Icesave, sum var virkin í Bretlandi og Niðurlondum, har hann hevði knappliga 350.000 viðskiftafólk. Stjórnirnar í Bretlandi og Niðurlondum gjørdu av at rinda viðskiftafólkunum missin, men krabdu peningin aftur frá íslendingum. Í 2009 samdust partarnir um, at íslendingar skuldu rinda pengarnar aftur yvir eitt áramál til 2024. Altingið samtykti semjuna, men Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, sýtti fyri at staðfesta lógina, og í mars í 2010 samtykti ein stórur meiriluti av íslendingum á fólkaatkvøðu at vraka semjuna við bretar og niðurlendingar. Íslendska stjórnin fekk eina nýggja avtalu við bretar og niðurlendingar, men heldur ikki hana vildi forsetin staðfesta, og á enn einari fólkaatkvøðu vendi meirilutin avtaluni bakið.

EFTA, sum Ísland er limur í, kom so upp í málið, og í desember í 2011 varð málið lagt fyri EFTA-dómstólin. Í dag fall so avgerðin. Íslendingar skulu ikki rinda bretum og niðurlendingum perngarnar. Íslendskir fjølmiðlar skriva, at dagurin í dag er veitsludagur