Føroyar og Ísland hava í kvøld kappast í svimjilandsdysti í Klaksvík. Kappast varð í 14 ymiskum greinum, og úrslitini frá kappingunum vórðu løgd saman til eitt felags úrslit.
Í hvørjari svimjigrein vóru tveir føroyskir og tveir íslendskir luttakarar, og stig vórðu latin fyri hvørja plasering. Hesi stigini vóru so grundarlagið fyri samlaða úrslitinum fyri landsdystin.
Í 2009 vunnu Føroyar rættiliga ruddiliga við 101 stigum ímóti 79, og í fjør vann Ísland greitt við 98 stigum ímóti 80.
Í kvøld var tað aftur Ísland. sum sigraði á Føroyum. Úrslitið gjørdist 99-81. Munurin var harvið tann sami, sum hann var fyri einum ári síðani.
- Svimjararnir gjørdu ein góðan innsats og kempaðu fyri tí, men Ísland hevur størri breidd og er ein sterkari svimjitjóð enn vit. Men vit kunnu royna at taka revansju næsta ár í Reykjavík, segði Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya, við Sjónvarpið.