EM-hondbóltur
Íslendingar vóru harmir og skakaðir eftir dystirnar ímóti Serbia og Eysturríki. Ímóti Serbia førdu íslendingar 29-25, men fingu bert javnleik 29-29. Ímóti Eysturríki førdu íslendingar 37-34, men fingu bert javnleik 37-37.
Men leygarkvøldið fall alt upp á pláss hjá íslendingum ímóti Danmark, og nú hyggja teir við spenningi fram ímóti millumumfarinum.
– Vit hava alla tíðina vitað, hvat vit duga, men okkum tørvaði veruliga at røkka hæddunum í spælinum, sum vit rukku ímóti Danmark. Ikki minst í verjuspælinum, segði Guðjón Valur Sigurðsson við íslendska Morgunblaðið eftir dystin.
Næsta málið
Hann helt, at verjuspælið hjá Íslandi var framúr, og at íslendski málverjin Bjørgvin Gustavson stóð sera væl. Somuleiðis helt hann danir vera ráðaleysar – serliga í seinna hálvleiki, har tað eydnaðist at halda teimum niðri á níggju málum.
Nú Ísland er komið væl víðari, staðfestir Guðjón Valur Sigurðsson, at Kroatia, Noreg og Russland eru góð lið, og at Ísland má spæla upp til sítt besta fyri at koppa teimum. Men hann heldur, at íslendska tjóðin kann síggja fram til nakrar spennandi EM-dystir.
– Vit eru komnir í millumumfarið, og hava tí rokkið okkara fyrsta máli. Tað næsta er at koma í hálvfinaluna, staðfestir íslendski landsliðsvenjarin.