Vandin fyri skalvalopi hevur fingið fólk at fara úr nógvum húsum ymsastaðni á Vestfirðum í Íslandi. Á Patreksfirði eru millum 50 og 60 fólk farin úr húsunum, og á Flateyri, í Súðavík og í Hnífsdali eru fólk eisini farin úr húsunum.
Myndugleikarnir taka støðuna í størsta álvara, og bæði skip, tyrlur og eitt flogfar hjá vaktar- og bjargingartænastuni eru í tilbúgvingarstøðu í kvøld. Íslendska løgreglan stendur eisini tilbúgvin.
Veðurmenninir hava boðað frá ódnarveðri vestanfyri og norðanfyri í kvøld, og tað kemur oman á vandan fyri skalvalopum. Samstundis er boðað frá stórari flóð.