Ísland stóran vøkstur í ferðafólkatali

Sum einasta land í útnorði kann Ísland í ár vísa á ein stóran vøkstur í talinum av ferðafólki. Hetta upplýsti íslendski ferðavinnuráðharrin, Katrín Júlíusdóttir, á Vestnorden Travel Mart

Travel Mart

 

Hóast tað hevur verið trupult hjá íslendskari vinnu, síðan landið rendi seg í stóra fíggjarliga kreppu, hevur ferðavinnan í Íslandi kotini havt góðar dagar.

Eftir fundin, sum var ímillum ferðavinnuráðharrarnar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, upplýsti Katrín Júlíusdóttir, ferðavinnuráðharri Íslands, at íslendska ferðavinnan hevur havt góðar dagar í ár.

Hon segði, at Ísland higartil í ár hevur havt ein vøkstur í ferðafólkatali upp á eini 12%.

Ein orsøk er, at alt er vorðið bíligari í landinum, nú íslendska krónuvirðið hevur verið so lágt í mun til virðið av øðrum gjaldoyrum uttan um okkum.

Ísland hevur verið eitt av teimum dýrari ferðamálunum, men fíggjarliga kreppan hevur ført við sær, at hetta er broytt. Aftrat hesum kemur, at Ísland hevur verið rættiliga nógv umrøtt fyri fíggjarligu støðuna í landinum.

Katrín segði, at íslendski parturin av ferðavinnusamstarvinum, sum Ísland, Grønland og Føroyar hava um NATA (North Atlantic Tourism Association), er ein miljón danskar krónur, sum fyri ikki so langari tíð síðan svaraði til 10 miljónir íslendskar krónur.

Nú íslendska krónuvirðið er so lágt, svarar henda eina miljónin í dag til einar 25 íslendskar miljónir.

Kortini ætlar Ísland sær ikki burtur úr hesum samstarvi.

Íslendski ferðavinnuráðharrin segði eisini, at Ísland í næstum fer at byggja eina stóra ráðstevnu-og konserthøll dygst við sjóvarmálan í Reykjavík.

Tó at fíggjarlig kreppa hevur herjað landið, ætla íslendingar sær ikki at gevast á hendur, men vilja líta frameftir - eisini á ferðavinnu-og mentanarøkinum.