Ísland slapp ikki í trygdarráðið

Tað eydnaðist ikki Íslandi at fáa limaskap í trygdarráðnum hjá ST ST valdi í nátt fimm lond, sum skulu sita í trygdarráðnum tey bæði næstu árini. Ísland var við í kappingini um tey bæði evropeisku plássini, men rakk ikki málinum.

Turkaland varð fyrst valt við 151 atkvøðum, Eysturríki fekk annað plássið við 133 atkvøðum, og Ísland gjørdist ov stutt við 87 atkvøðum.

Uganda, Japan og Meksiko vórðu vald sum nýggj umboð fyri ávikavist Afrika, Asia og Latínamerika.