Ísland skoytir ikki um Hells Angels

Tá tríggir limir í Hells Angels komu til Keflavíkar við flogfari í gjár, gjørdi íslendska løgreglan av at senda menninar og konur teirra av aftur landinum Íslendska netávísin mbl.is skrivar, at Hells Angels-fólkini komu úr Oslo, og ætlanin hjá teimum var at hátíðarhalda 11 ára dagin hjá íslendska MC-felagnum Fafnir.

Íslendska løgreglan váttar yvirfyri netávísini, at teir hava noktað hesum trimum Hells Angels-monnunum og konum teirra innferðarloyvi. Tí vórðu fólkini steðgaði á flogvøllinum í Keflavík.

Sum skilst, er hetta ikki fyrstu ferð, at íslendska løgreglan hevur noktað Hells Angels-fólkum at koma til Íslands.

Íslendska løgreglan heldur ikki, at MC-felagið Fafner formelt hevur tilknýti til Hells Angels, men heldur kortini, at sterk bond eru millum partarnar.