Ísland skeyt við skørpum í Belfast

Ísland spældi leygardagin á útivølli móti Norðurírlandi, og íslendingar skutu við skørpum í Belfast. Tá ið 37 minuttir vóru farnir, vóru teir á odda 3-0, og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið av EM-dystinum. Mótsatt føroyska landsliðnum so eru tað nógvir útisetar á íslendska landsliðnum. Tríggir teirra skoraðu íslendsku málini í Belfast. Fyrsta málið gjørdi Gunnar Thorvaldsson úr Hannover 96. Næsta málið skoraði Hermann Hreidarsson, sum spælir í Charlton Atletic, og so var tað kendasti íslendski fótbóltsútisetin, Eidur Gudjohnsen, sum staðfesti rimmar íslendska sigurin í fyrsta EM undankappingardystinum.
Næsta uppgerðin hjá Íslandi verður á heimavølli mikudagin. Tá skulu íslendingar spæla móti Danmark. Hjá føroyingum verður møguleiki at fylgja við á TV3, hvussu tað fer at ganga.