Ísland skapti sensasjón og sendi Ongland til hús

EM: Við einum av størstu EM-brøgdum nakrantíð, megnaði Ísland fyri løtu síðani at senda Ongland heim úr EM-endaspælinum

Við einum væl uppibornum 2-1 sigri á Onglandi í áttandapartsfinaluni hevur Ísland spælt seg víðari í EM-endaspælinum. Samstundis hava íslendingar av álvara skrivað sítt navn á fótbólts-heimskortið, og eingin torir nú at avskriva grannar okkara fyri vestan meira í kappingini.

 

Longu í 18. minutti kom málið, ið avgjørdi tað heila, tá skotið frá Kolbeinn Sigþórsson rullaði undan fingrunum á enska málverjanum, Joe Hart, og inn um málstrikuna – heilt úti við stongina. 2-1 til Ísland, og Ongland megnaði ongantíð at svara aftur!

 

Íslendsku spælararnir stríddust enn einaferð eftir fronsku musketer-paroluni, “ein fyri allar og allir fyri ein”, og við hjartanum uttan á blusuni blástu teir Ongland av vøllinum. Í veruleikanum var Ísland í seinna hálvleiki enntá nærri 3-1, enn Ongland var at javna, so sigurin var avgjørt í fínasta lagi.

 

Dysturin var annars bara fýra minuttir gamal, tá Ongland fekk brotsspark, sum Wayne Rooney trygt setti í málið til 1-0, men bara tveir minuttir seinni hevði Ísland kvitterað. Eitt langt innkast og ein forleinging við høvdinum gjørdi, at bólturin kom inn fyri enska málið, har Ragnar Sigurðsson var fyrstur á og sendi í kassan til 1-1.

 

Sigurin merkir, at Ísland og svenski landsliðsvenjarin, Lars Lagerbäck, enn eiga á at tapa ímóti Onglandi, tí tað hevur eingin av teimum roynt. Ensku spælararnir hava hinvegin lítið at gleða seg til, og dysturin var ikki liðugur, so byrjaðu glósurnar um eitt nú, at “Ongland nú fyri aðru ferð innan fyri eina viku var farið úr Europa”…