Tað var á landsfundi hjá Samfylkingini um vikuskiftið, at floksformaðurin, Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, boðaði frá hugskotinum um eina umfatandi broyting í teirri almennu umsitingini.
Íslendska stjórnin hevur í løtuni tólv ráðharrar, men ætlanin hjá forsætisráðharranum er at leggja nøkur aðalráð saman, soleiðis at ráðharratalið fer úr tólv niður í níggju, og tað skal gerast longu í ár, sigur hon.
Jóhanna Sigurðardóttir boðaði eisini frá umfatandi rationaliseringum, sum skulu skerja útreiðslurnar til ta almennu umsitingini. Hon nevndi, at í løtuni eru umleið 200 almennir stovnar av ymsum slagi, men at eftir ætlanini verður talið 120 um tvey ella trý ár. Í hesum tíðarskeiði fer stjórnin at endurskoða virksemið og uppgávurnar hjá stovnunum og at leggja summar teirra saman.
Sambært forsætisráðharranum er talæan um ta størstu broytingina í ríkisumsitingini nakrantíð.