Ísland sett sær størri svartkjaftakvotu

- Íslendingar eru ikki líka so lagaligir mótvegis føroyingum, sum føroyingar eru mótvegis íslendingum, sigur Felagið Nótaskip.

Ísland hevur nú eisini sett sær eina størri svartkjaftakvotu fyri 2016. Upprunaliga ásetti Ísland sær eina kvotu á 126.000 tons, sum svarar til tey 16,2 prosentini, ið Ísland átti eftir tí gamla svartkjaftabýtinum.

 

- Í kunngerð 4. apríl hevur íslendska Fiskistofan ásett, at svartkjaftakvotan í ár verður hækkað upp í 163.570 tons. Hetta eru 21 prosent av tilmælinum hjá ICES, sum í 2016 er á 776.391 tons.

 

Tað veit heimasíðan hjá Nótaskipum at siga í dag.

 

Frammanundan hava bæði ES, Noreg og Føroyar ásett sær størri kvotur fyri 2016, enn gamli býtislykilin hevði givið, og tí fer samlaða veiðan í ár upp um eina miljónir tons. Hetta er meira enn ein triðingur meira enn tilmælið.

 

- Í 2015 eydnaðist tað ikki strandalondunum at semjast um býtið av svartkjaftakvotuni, tí ES og Føroyar halda seg eiga rætt til ein størri part av heildarkvotuni. Tað eydnaðist heldur ikki í ár at fáa semju um eitt býti, og tí áseta londini sínar kvotur hvørt í sínum lagi.

 

Nótaskip vita at siga, at íslendsk skip frítt kunnu fiska alla sína kvotu í føroyskum sjógvi, eisini kvotuna, ið nú er komin aftrat. Í løtuni fiska níggju íslendsk svartkjaftaskip í føroyskum sjógvi. Tey royna saman við hinum skipunum heilt suður móti føroyska markinum og landa í Íslandi.

 

- Higartil í ár hava íslendsk skip fiskað 60.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi. Í 2015 var samlaða veiðan 193.000 tons.

 

Nótaskip vita at siga, at íslendingar eru ikki líka so lagaligir við føroyingar, sum føroyingar eru við íslendingar í hesum føri.

 

- Íslendingar seta sum krav, at ein partur av føroysku lodnukvotuni skal landast í Íslandi, og hóast tað í mong ár undir árligu fiskiveiðisamráðingunum hevur verið roynt at fáa hesa forðing burtur, so hevur tað ikki eydnast enn, verður lagt aftrat.