Ísland setir styrkislistamet

Al­ex­is Martín-Tamayo, tíðindamaður hjá ESPN Sports hevur roknað seg fram til, at Ísland verður nummar 21 á FIFA styrkislistanum

Tað gongur ótrúliga væl hjá íslendska A-landsliðnum í fótbólti. Í summar rukku teir fjórðingsfinaluni í EM-endaspælinum, og í verandi HM-undankapping liggja teir væl fyri við tveimum sigrum og einum javnleiki.

 

Al­ex­is Martín-Tamayo, tíðindamaður hjá ítróttarrásini, ESPN Sports hevur roknað seg fram til, at Ísland verður nummar 21 á FIFA styrkislistanum, sum verður kunngjørdur í næstum. Talan er um bestu støðuna nakrantíð hjá Íslandi á FIFA-styrkislistanum.

 

Hetta merkir, at Ísland verður langt fremst av norðurlondum. Sambært Al­ex­is Martín-Tamayo verður Svøríki nummar 39 á tí komandi styrkislistanum, og Danmark verður nummar 50 sambært útrokninginum hjá Al­ex­is Martín-Tamayo.

 

Føroyar lógu nummar 111 og Lettland lá, sum nummar 95 áðrenn liðini møttust í Riga, so Føroyar fara nøkur pláss fram. Portugal verður nummar átta á komandi FIFA styrkislistanum, sambært Al­ex­is Martín-Tamayo.