EM-dysturin í hondbólti millum Ísland og Serbia endaði við javnleiki 29-29, men satt at siga, so var tað Serbia sum vann eitt stig, og Ísland sum tapti eitt stig.
Ísland hevði eina leiðslu, sum skifti millum tvey, trý og fýra mál allan dystin, men ímóti dystarenda vóru »strákarnir« ikki nóg kaldir.
Snorri Steinn Guðjónsson kundi tó havt hálað sigurin heim í evstu løtu, tá hann við brotskasti kundi givið Íslandi ein 30-29 sigur. Men serbiski málverjin, Darko Stanic, gjørdist stóra hetjan hjá Serbia, tá hann tók brotskastið frá Snorra Steinn Guðjónssyni.
Stórt vónbrot
Vónbrotið hjá íslendingum var stórt, tá dysturin var liðugur. Vanlagnan hjá Íslandi var, at teir seinastu fimm minuttirnar fekk liðið einki mál, meðan Serbia fekk hálað seg frá 25-29 og uppá 29-29.
Guðjón Valur Sigurðsson skoraði níggju mál fyri Ísland, Arnór Atlason sjey, Ólafur Stefánsson og Róbert Gunnarsson fýra, Ingimundur Ingimundarson og Alexander Stefánsson tvey, og Snorri Steinn Guðjónsson skoraði tíverri fyri íslendingar bara eitt mál í kvøld. Momir Ilic og Ivan Stankovic skoruðu seks mál hvør fyri Serbia.
Hósdagin klokkan 17 spælir Ísland ímóti Eysturríki. Ein dystur, sum íslendingar mugu vinna.