Í HM-bólki B vann Ísland ein ógvuliga sannførandi 36-22 sigur á Japan í Linköping.
Ìslendingar settu tingini uppá pláss í fyrra hálvleiki við teimum knúsandi siffrunum 22-8. Japanar fingu ikki eitt bein til jørðina í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki helt Ísland bert tørn, og endaði seinni hálvleikur við javnleiki 14-14.
Guðjón Valur Sigurðsson var toppsskjútti Íslands. Íslendsku málini skutu: Guðjón Valur Sigurðsson 9, Þórir Ólafsson 7, Alexander Petersson 5, Snorri Steinn Guðjónsson 4/1, Vignir Svavarsson 3, Ingimundur Ingimundarson 1, Sigurbergur Sveinsson 1, Kári Kristján Kristjánsson 1, Róbert Gunnarsson 1, Sverre Jakobsson 1, Aron Pálmarsson 1, Ásgeir Örn Hallgrímsson 1, Arnór Atlason 1.
Noreg vann lagnudystin ímóti Eysturríki við 33-27. Støðan í hálvleikinum var 16-11 til Noreg. Eysturríki byrjaði tó, sum eitt ódnarveður, men Noreg fótaði sær skjótt, og norðmenn vunnu seg framum 9-5, og eftir tað sleptu teir ikki leiðsluni.
Steinar Ege stóð í norska málinum, og hann gjørdi veruligan mun. Håvard Tvedten skeyt 10 mál fyri Noreg, harav fleiri brotskøst.
Støðan í bólki B :
Ísland 3 3 0 0 102-74 6
Noreg 3 2 0 1 91-82 4
Ungarn 3 2 0 1 88-79 4
Eysturríki 3 1 0 2 91-90 2
Japan 3 1 0 2 84-101 2
Brasil 3 0 0 3 74-104 0
Næstu dystirnir í bólki B :
18.01: Japan - Ungarn 16.00
18.01: Noreg - Brasil 18.10
18.01: Eysturríki - Ísland 20.30
20.01: Brasil - Japan 17.00
20.01: Ìsland - Noreg 19.10
20.01: Eysturríki - Ungarn 21.30