Tíðindini um at ES-kommissiónin er komin til ta niðurstøðu, at løgfrøðiligt grundarlag er ikki at revsa Ísland og Føroyar fyri at fiska ov nógvan makrel, vekja ans í London.
Í gjár fekk Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, at vita frá sínum vælvitandi keldum í ES-umhvørvinum, at ES-kommissiónni hevur ásannað, at ES sjálvt er við til at yvirfiska, og tí ber ikki til at revsa onnur fyri at gera tað sama.
Tað eru serliga Írland og Skotland, sum hava strongt á ES um at seta í verk revsitiltøk móti Føroyum og Íslandi.
Í London hevur føroyski sendimaðurin, Jóannes Vitalis Hansen (mynd: oljan.fo), verið í samband við íslendsku sendistovuna:










