Møguleikin fyri, at ein triði partur kemur upp í samráðingarnar millum Føroyar og Danmark er av álvara vorðin aktuellur.
Eftir harða fundin millum stjórnina og landsstýrið hósdagin boðaði landsstýrið frá, at tað umhugsar møgleikan at fáa ein triðja part upp í samráðingarnar.
Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, vísti beinanvegin møguleikanum frá sær. Fullveldið er eitt mál millum Føroyar og Danmark, og ongan annan, sló hann fast.
Mugu vera samd
ST hevur verið nevnt sum ein møguligur semingsstovnur í fullveldismálinum. Og íslendska stjórnin hevur - eftir fyrispurningi úr Altinginum - boðið seg fram.
Men Ísland fer neyvan at átaka sær uppgávuna sum meklari, uttan so at Danmark og Føroyar eru samd um, at fáa Ísland upp í málið. Tað sigur íslendski ráðharrin, Siv Friðleifsdóttur.
-Tað sigur seg sjálvt, at vilt tú hava ein triðja part upp í sum meklara, so má hetta vera eitt felags ynski frá pørtunum.
-Vilja bæði Føroyar og Danmark hava Ísland uppí sum triðja part, so vildi Ísland umhugsað hetta. Men í dag er ikki líkt til, at hetta er eitt ynski úr Danmark - heldur tvørturímóti, sigur íslendski ráðharrin.
Einki endamál
Spurningurin er, hvat Ísland ger, um Føroyar av sínum eintingum venda sær til David Oddson, forsætisráðhara at fáa hann at vera semingsmann.
Íslendski ráðharrin dugir ikki at siga hvussu íslendska stjørnin hevði handfarið ein slíkan fyrispurning. Men sambært hana er tað ikki sannlíkt, at landsstýrið hevði fingið nakað burturúr - so leingi sum Danmark er ímóti uppílegging:
-Eg dugi ikki at síggja, hvat gott ið kann koma burturúr at átaka sær leiklutin sum meklari, um annar av pørtum avgjørt er ímóti hesum, sigur Siv Friðleifsdóttir og sipar til Danmark.
Siv Friðleifsdótti sigur, at hon talar bert fyri seg sjálva. Ikki fyri íslendsku stjórnina. Men okkurt bendir á, at støðan hjá íslendsku stjórnini neyvan er ólík hennara egnu.
- Málið er ikki viðgjørt (í íslendsku stjørnini, red.) teir seinastu dagarnar. Men sjálv haldi eg ikki, at tað ber til at mekla, uttan so at báðir partar taka undir við hesum, tekur Friðleifsdóttir uppaftur.
Sosialurin royndi at fáa eina viðmerking frá Davidi Oddssyni, forsætisráðharra. Tað eydnaðist ikki.
MYNDATEKSTUR:
- Eg dugi ikki at síggja, hvat gott ið kann koma burturúr at átaka sær leiklutin sum meklari, um annar av pørtum avgjørt er ímóti hesum, sigur íslendski ráðharrin Siv Friðleifsdótttir.;vdu fingið í stuðuli í 11 ár við eini lagaligari rentu ella kanska ongari rentu, um tey fáa fría atgongd til framtíðar føroyskt oljuríkidømi. Hetta er einki annað enn ein hasarderað ella desperat handling frá landsstýrissins síðu, tí man vil hava eitt gjøgnumbrot í tí, sum eitur skiftistíðis. Men sum sagt, tað beit Nyrup ikki á. Og tí má man kunna staðfesta, at skiftistíðin er endaliga avgreidd.
-Støðan í løtuni er tann, sigur Jóannes Eidesgaard víðari, at samráðingarnar eru koyrdar fastar. Danska stjórnin fer ikki longur við skiftistíðini. Nú vil landsstýrið so til at samráðast aftur eftir summarfrítíðina. Men eg eri vísur í, at aftaná 4. og uppaftur fleiri umfør so fær man somu skiftistíð, fýra ár.
Landsstýrið má gera støðuna upp nú. Valskeiðið er farið at halla, og tað er bert eitt ár eftir. Tí má Føroya fólk nú vita, hvat landsstýrið ætlar, eftir at tað hevur koyrt fast í fullveldisætlanini.










