ÍSLAND: Nýtt eldgos - 600 flutt burtur

Í Íslandi eru nærri 600 fólk flutt í annan stað, eftir at eitt eldgos ið Eyjafjallsjøkul á suðurvesturlandinum aftur er farið at gera vart við seg í nátt. Tey koma neyvan heim fyribils, tí vandi er fyri vatnflóð, um jøkulin byrjar at bráðna orsakað av gosinum.

- Vit meta ikki, at nakar vandi er til staðar, men vit flyta kortini fólkini burtur úr økinum, sigur Sigurgeir Gudmundsson frá íslensku tilbúgvingini.

Gosið undir Eyjafjallsjøkuli vakknaði til lívs aftur stutt eftir midnátt. Øska er longu farin at síggjast, og fólk í økinum siga við íslendska ríkisútvarpið, RUV at eitt bjart ljós sæst inni í jøklinum.

Øll flogferðsla gjøgnum økið er steðgað, og trý flogfør úr USA fingu boð um at venda aftur.

Myndugleikarnir vita ikki nágreiniliga, hvar eldgosið er, men tað verður kannað nú í morgun.