Ísland: Nógv móra í Skaftá á Suðurlandinum

Nógv móra var í dag at síggja í Skaftá í Skaftárdali á Suðurlandinum í Íslandi. Hesa tíðina eru ofta nógv fólk í summarhúsum í Skaftárdali, løgreglan heitti í dag á fólkini, um at fara úr dalinum, av ótta fyri, at Skaftá skuldi fara yvir áarbakkarnar. Tí kemur móran inn á vegirnar, so verður ikki koyrandi í Skaftádali.

Tíðliga í dag varnaðust fólk nógvu móruna í ánni, móran gjørdist meira sum dagurin leið, áin vaks skjótt, móti kvøldi var vatnstandurin vaksin við meira enn einum metri, Skaftá er jøkulá, sum kemur undan Skaftárjøkli.

Tað frættist úr Íslandi í kvøld, at áin nú er reinari aftur, tí verður mett, at vatnstandurin fer at minka seinni í kvøld.