Í gjár kom nýggi íslendski aðalkonsulin, Albert Jónsson, til Føroya. Hann tekur við sum nýggjur aðalkonsul eftir Eiður Guðnason, sum gavst um ársskiftið
Eiður Guðnason, sum hevur verið íslendskur aðalkonsul síðani 1. apríl fyrraárið, fór heimaftur um ársskiftið, og sendiharri Íslands í Washington D.C., USA, Albert Jónsson, loysir hann av. Albert Jónsson kom til Føroya í dag.
Tá Eiður Guðnason tók við sum aðalkonslul, kom hann úr starvi sum sendiharri í Beijing í Kina. Tá helt hann við einum brosi fyri, at hann kom »úr tí størsta landinum til tað besta landið«.
Eiður Guðnason hevur annars eina fortíð sum alþingsmaður fyri íslendska javnaðarflokkin og sum sjónvarpsjournalistur.
Nýggi sendiharri Íslands hevur verið sendiharri í Washington í eini tvey ár. Fyri ta tíð arbeiddi hann í forsætismálaráðnum hjá Daviði Oddsyni. Hann fer til verka sum íslendskur aðalkonsul í Føroyum í næstu viku.