Tá lesararnir hjá bretsku bløðunum Guardian og Observer skuldu siga, hvat land er tað best umtókta sum ferðamannaland í ár, nevndu tey flestu Ísland. Á øðrum plássi var Eysturríki, og trý tey næstu vóru Týskland, Turkaland og Grikkaland.
Orsøkin, til at fólk velja Ísland, er sambært teimum báðum bløðunum, at fólk hava sæð nógvar hugtakandi myndir og frásagnir frá gosinum í Eyjafjallajøkli.
Annað, sum sambært bretsku blaðlesarunum er til fyrimunar fyri Ísland, er, at íslendingar eru blíðir við fremmandafólk, og harafturat er lítil kriminalitetur har.