Nógv bendir nú á, at íslendska umsóknin um limaskap í Evropasamveldinum fær ikki so skjóta viðgerð, sum tær fyrstu ábendingarnar vístu. Tá umsóknin varð send til Bruxelles, ljóðaði, at ES-nevndin fór at viðgera hana so mikið skjótt, at nevndin kundi leggja sítt tilmæli fyri ríkis- og stjórnarleiðarafundin í desember.
Men sambært íslendska uttanríkisráðnum hevur viðgerði drigið út, tí fólk eru farin úr nevndini, og onnur komin ístaðin fyri.
Tí væntar Össur Skarphéðinsson, uttanríkisráðharri, at umsóknin má bíða til toppfundin í mars næsta ár. Tað sigur hann við Morgunblaðið í dag.