Fiskivinna
Altjóða felagsskapurin, ICCAT, sum umsitir tunfiskaveiðina í Norðuratlantshavi, hevur nú tikið Ísland upp sum lim við rættindum sum strandaland.
Hetta hendi á seinasta ársfundi hjá ICCAT, sum hildin varð herfyri.
Upptøkan merkir, at Ísland fær eina tunfiskakvotu, sum er góðtikin av altjóða felagsskapinum, og við hesi kvotu kunnu íslendingar nú fiska tunfisk í egnum sjógvi, eins og í altjóða sjógvi.
Úr 30-60 tons
Fyrsta árskvotan hjá íslendingum er sett til 30 tons, men kvotan skal økjast javnt til ár 2006, tá ið hon verður 60 tons.