Ísland vann 29-22 á Noregi. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 12-12.
Talan var um ein rættiliga harðligan dyst, har liðini fylgdust rættiliga leingi, men við støðuna 20-19 til Ísland settu íslendingar veruliga ferð á, og uppá bara átta minuttir øktu íslendingar frá 20-19 til 28-20.
Sverri Jakobsson segði við Morgunblaðið aftaná dystin, at talan var um tað reina kríggj.
Norsku miðlarnir, og Steinar Ege í norska málinum eru ikki seinir at viðurkenna, at Noreg tapti ímóti einum betri liði. Úrslitið merkir fyri norðmenn, at teir fara víðari í millumumfarið við ongum stigi.
Morgunblaðið metir, at Bjørgvin Páll Gústavsson í íslendska málinum var besti spælarin hjá Íslandi. Bjørgvin Páll Gústavsson bjargaði 18 skotum, og hevði eitt bjargingarprosent uppá heili 47 prosent.
Málskjúttar Íslands ímóti Noregi : Snorri Steinn Guðjónsson 7/3, Alexander Petersson 5, Aron Pálmarsson 3, Guðjón Valur Sigurðsson 3, Þórir Ólafsson 3, Róbert Gunnarsson 2, Arnór Atlason 1, Ingimundur Ingimundarson 1.
Ísland er tað einasti landið í millumbólki 1 sum hevur fýra stig. Spania megnaði javnleik 28-28 ímóti fronsku heimsmeistarunum, sum eisini eru verandi europeiskir og olympiskir meistarar. Fyri Ísland er tað góð tíðindi, at Frakland kanska hevur veikleikar hóast alt.
Ísland spælir ímóti Týsklandi leygardagin, Spania mánadagin, og ímóti Fraklandi týsdagin.
Støðan í millumbólki 1 :
Ísland 4 stig
Frakland 3 stig
Spania 3 stig
Ungarn 2 stig
Noreg 0 stig
Týskland 0 sti