TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seinasta partin av sendingini Rás2 hevði seinnapartin í dag, tá sent var beinleiðis úr Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.
Seinasti gesturin var Birnir S. Hauksson úr Íslandi, ið hevur búð í Føroyum síðani 2006. Birnir er upprunaliga úr Høfn á Suðureysturlandinum í Íslandi. Í 2010 gjørdist Birnir ársins venjari í bestu kvinnudeildini tá hann vandi Skála.
Birnir fer at gera nógv burturúr, og hann ætlar at síggja allar dystirnar hjá Íslandi á trappuni í Vágsbotni í Havn.
Ísland er í sterkum bólki við Argentina, Kroatia og Nigeria. Men hetta fær ikki Birnir at fella í trúnni. Hann kennir seg vísan í, at íslendska samanhaldið og íslendski stríðsviljin aftur hesaferð fer at bera langt.
Fyrsti senditímin hjá Rás2 úr Bowlinghøllini, sendingin "Spurin" hjá Petur Zachariassen, har Petur prátaði við Virgar Enghamar og Dan Kjælnes frá Bowlinghøllini hoyrist HER
Annar senditímin hjá Rás2 úr Bowlinghøllini seinnapartin í dag, har eitt HM-panel var mannað við Oddbirni Joensen og Tróndi Arge hoyrist HER