Ísland hevur einki at gera uppi í ES, so leingi felagsskapurin hevur verandi fiskivinnupolitikk, sigur nývaldi formaðurin í íslendska reiðarafelagnum -Sæð við eygunum hjá íslendsku fiskivinnuni hevur Ísland einki at gera inni í ES, so leingi samveldið hevur tann fiskivinnupolitikk, sum tað nú hevur, sigur Adolf Guðmundsson við heimasíðuna hjá felagnum.
Adolf Guðmundsson, sum júst er vorðin formaður í íslendska reiðarafelagnum, sigur, at tey, sum halda, at tað ES-limaskapur kann loysa trupulleikarnar hjá Íslandi, mistaka seg. Hann væntar ikki, at íslendingar verða førir fyri at fáa ES at broyta fiskivinnupolitikkin.
-Sjálvt ikki leiðarar sum Margareth Thatcher og Tony Blair royndu at fáa broytingar til frama fyri bretsku fiskivinnuna, men til fánýtis. Hví skal tað gangast okkum betur, spyr nýggi formaðurin í íslendska reiðarafelagnum.