Olja í Norðuratlantshavi
Nú restar nærum bert Ísland í gerast komandi ?oljutjóð? í Norðuratlantshavi. Eftir at Noreg og Bretland hava verið týðandi oljutjóðir í mong ár hevur verið dúgliga spátt um olju- og gasskeldur í Írlandi, Føroyum, Grønlandi og nú eisini Íslandi. Tað eru m.a. norskir jarðfrøðingar, sum hava havt tætt tilknýti til leitingina í Føroyum, ið hava vónir um at finna kolvetni í íslendsku undirgrundini eisini. Talan er um Jan Mayen Ryggin, sum er eitt sokallað mikrokontinent uppá 100.000 ferkilometrar og sum gongur miðskeiðis millum íslendska og norska landgrunnin.
Ein av monnunum aftan fyri eina verkætlan, sum miðjar móti at kanna hesi viðurskiftini, er Terje Hagevang. Hann var í fleiri ár leitingarstjóri hjá norska oljufelagnum Saga Petroleum, sum var fyrsta oljufelagið at lata upp skrivstovu í Føroyum. Seinni varð felagið uppkeypt av Norsk Hydro. Í dag starvast Terje Hagevang hjá Sagex Petroleum, sum hann sjálvur og onnur eiga. Felagið ráðgav eitt skifti Føroya Kolvetni og var Terje Hagevang nevndarlimur í felagnum til hann fór frá nýliga.
Nú situr Terje Hagevang á skrivstovu síni í Oslo og setir út í kortið, og økini, sum hann og hansara starvsfelagar hava serligan áhuga fyri eru Atlantsmótið tvs. økið millum Hetland og Føroyar, norska økið og nú eisini Jan Mayen Ryggurin.
Jan Mayen Ryggurin
Terje Hagevang vísir á, at Jan Mayen Ryggurin er partur av Atlantsmótinum (Atlanterhavsmarginen), og tí er tað eisini áhugavert at fáa tann partin kannaðan. Jan Mayen Ryggurin er eitt slag av einum ?missing linki? í jarðfrøðiliga útviklinginum í Norðuratlantshavi. Hann er eitt microkontinent, sum sleit seg leyst av Grønlandi fyri 30 mill. árum síðani.
-Um man veit, hvussu hetta mikrokontinentið sær út vil tú eisini skilja betri, hvussu Norskahavið sær út og hvussu jarðfrøðin er í Grønlandi sigur Terje Hagevang.
Uppá fyrispurning um hetta bendir á, at Ísland kann gerast ein oljutjóð sigur Terje Hagevang, at seismikkur er fyrsti parturin av tí at leita eftir olju og í tí sambandinum kann man siga, at Ísland longu er ein oljutjóð við tað, at tað longu eru savnaðir seismiskir upplýsingar við tí fyri eygað einaferð í framtíðini at leita eftir olju.
Tað er seismikkfelagið InSeis, ið stendur fyri kanningunum, sum verða lidnar í desember. Sagex eigur umleið 10% av InSeis og var eisini tað felagið, sum tók stig til at gera umrøddu kanningar á Jan Mayen Rygginum. Felagið hevur eisini fingið til uppgávu at gera seismiskar kanningar millum Føroyar og Hetland og eru hesar longu farnar í gongd.
Endamálið er at kannað øki á føroyska og bretska landgrunninum betri. Tað eru nevniliga stór øki, sum ikki eru nógv væl kannað við seismikki.
Sagex týðandi leiklut
Tað sær annars ikki mætari út enn at Sagex er við at fáa ein týðandi leiklut í leitingini eftir kolvetni á Atlantsmótinum og í Norðuratlantshavi sum heild.Síðani norski staturin fór at tosa um at privatisera partin av sínum rættindum til oljufelt er stovnað ein fyritøka nevnd Petoro (stytting fyri petroleumsgullið). Higartil hevur Statoil umsitið statsins part av rættindunum til oljuloyvini eisini kend sum SDV, Statens Direkte Engagement. Men tá Statoil varð lutvíst privatiserað herfyri kundi tað ikki umsita hesi rættindi og ognir hjá statinum og tí varð eitt egið fyrisitingarfelag stovnað. Sagex ger rættiliga nógvar uppgávur fyri Petoro í løtuni,m.a. hjálpir tað við rakstrinum av hesum lisensunum. Petoro stendur í dag fyri 1/3 av oljuvirkseminum í norskum øki.









