Embætismenn á ES-høvuðsborgini í Bruxelles stúra nú fyri, at úrslitið av Icesave-fólkaatkvøðunum í Íslandi kann ávirka hugsunarháttin hjá fólki í eitt nú Írlandi, Grikkalandi og Portugal, sum stríðast við stóra skuld.
Leigh Phillips, sum er blaðmaður hjá EU Observer í Bruxelles, sigur við íslendska Morgunblaðið, at embætismenninir bera ótta fyri, at tað, sum er hent í Íslandi, kann geva fólki í øðrum londum ta uppfatan, at tað ber til at sleppa undan at rinda skuldina hjá tí almenna.