Ísland kann fara á húsagang

Íslendska stjórnin fer eftir ætlanini at yvirtaka ein stóran part av landsins barkakervi Íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, helt í kvøld eina álvarssama útvarps- og sjónvarpsrøðu røðu fyri fólkinum. Í røðuni segði hann millum annað, at tað er vandi fyri, at landið kann fara á húsagang.

Í morgun steðgaðu myndugleikarnir øllum handli við íslendskum bankapartabrøvum, og stjórnin og andstøðan eru komin ásamt um eina avtalu, sum ber í sær, at tað almenna yvirtekur ein stóran part av bankakervinum.

Geir H. Haarde segði í røðuni, at alt bankakervið verður broytt, og at nógvir íslendingar fara at missa pengar. Hann segði, at í gjárkvøldið var tað líkt til, at bankarnir fóru at hóra undan, men at støðan var versnað munandi í dag.

Væntandi fer Altingið at samtykkja ta neyðugu lóggávuna um bankayvirtøkuna í kvøld ella í nátt.