Sambært einari nýggjari ES-reglugerð, sum kom í gildi í gjár, hevur Ísland rætt til fíggjarligan styrk frá Evropasamveldinum, so landið kann fyrireika seg betur til komandi limaskap í samveldinum.
Í einum tíðindaskrivi, sum ES-nevndin sendi út í gjár, stendur millum annað, at lond, sum eru í samráðingum um limaskap í samveldinum, hava rætt til stuðul.
Kommiserurin ?tefan Füle, sum umsitur samráðingar við møgulig nýggj limalond, segði í gjár sambært íslendskum bløðum, at tann nýggja reglugerðin vísir, at ES vil fegið stuðla Íslandi við limaskapsfyrireikingunum.