Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, segði í dag, at Ísland fer at hava javnvág á fíggjarlógini í 2014. Tað er eitt ár seinni enn ætlað.
Í februar í 2009 løgdu íslendska stjórnin og Altjóða Gjaldoyragrunnurin IMF fram eina langtíðarætlan fyri fíggjarviðurskiftini tey næstu árini, og eftir henni skuldi stjórnin hava javnvág á fíggjarlógini í 2013. Men nú sigur fíggjarmálaráðharrin, at tað verður ikki fyrr enn í 2014. Hann legði afturat, at hetta verðir gjørt í fullari semju við Altjóða Gjaldoyragrunnin.
Verður javnvág á íslendsku fíggjarlógini í 2014, verður samlaða hallið frá 2008 til 2013 umleið 540 milliardir íslendskar krónur. Í ár er hallið 42,1 milliardir, og eftir uppskotinum fyri 2012 verður tað góðar 17 milliardir íslendskar krónur næsta ár.










