Ísland góðtekur bert landingarbann

Ísland hevur boðið strandalondunum(Norra, Føroyum, ES, Russlandi) til ein fund um makrel fyrst í september mánaði. Á skránni er einans makrelur, ikki norðhavssildin.

- Tað er íslendska fiskimálaráðið, sum er komið við uppskotinum um at møtast so tíðliga á árinum; hetta fyri at royna at finna eina loysn. Øll londini eru eftir øllum at døma áhugaði í at finna eina loysn skjótast gjørligt, sigur Sigurgeir Thorgeirsson, samráðingarleiðari hjá íslendsku stjórnini.

ES fer væntandi at samtykkja eitt uppskot í morgin, um at seta handilsforðingar í verk fyri Føroyar. ES hevur eisini fráboðað líknandi tiltøk mótvegis Íslandi, í sambandi við makrelfiskiskapin.

Málið um handilsforðingar mótvegis Íslandi, eru ikki komnar so langt enn. ES fer væntandi at boða frá tiltøkunum móti Íslandi í august mánaði.

- Revsitiltøkini eru ikki á skránni á fundinum, men tað er betri at møtast, áðrenn tiltøk verða sett í verk. Tað verður verri at samráðast, um handilsforðingarnar, sum vit halda fara út um mark, verða settar í verk.

- Vit vita ikki um ES hevur sett sær fyri at koma við revsitiltøkum móti Íslandi. Undir øllum umstøðum, so vænta vit ikki, at ES fer at brúka ólógligar hættir, so vit bíða eftir hvat ES ætlar at gera.

Tiltøkini móti Føroyum fevna ikki bert um landingarbann í ES havnum, men eisini á øðrum økjum, so sum at selja fiskireiðskap til Føroyar.

Ísland hevur tað áskoðan, at einans landingarbann móti makreli er lógligt. Tað vil siga, at bann móti umvælingum á skipasmiðjum og inn- og útflutningur av gørnum, eru ólóglig.

- Ísland heldur fast um, at eitt landingarbann í ES havnum fyri fiskiskip við makreli, er einasti møguleiki, ið ES hevur, uttan at bróta altjóða reglur sambært WTO og EBS aftaluni.

Øll onnur tiltøk, sum ganga í móti fríhandli, óansæð hvat, meta vit sum ólóglig – og ES veit av tí, sigur Sigurgeir Thorgeirsson.

Føroyar er ikki partur av EBS aftaluni(Evropeiska Búskaparliga Samstarvsøkinum).