Ísland fyrsta land við líkaløn til menn og kvinnur

Ólógligt er nú at gjalda monnum meira enn kvinnum.

Frá 1. Januar 2018 er í Íslandi ólóligt at gjalda monnum meira enn kvinnum í løn fyri sama arbeiði.

 

 

Lógin varð samtykt í juni, á íslendska kvinnudegnum, men kom ikki í gildi fyrr enn við ársskiftið.

 

 

New York Times veit at siga, at Ísland hevur ætlanir um, at lønarmunur millum kynini skal vera heilt burtur í 2020.

 

 

Almennir myndugleikar og stovnar, har fleiri enn 25 fólk starvast, skulu undir alment eftirlit 3. hvørt ár, og kann ikki prógvast, at lógin verður hildin, er bót í væntu.

 

 

Í veruleikanum hevur Ísland havt líkaløn síðani 1961, men nú fær tað á fyrsta sinni avleiðingar fyri arbeiðspláss, um tey ikki halda reglurnar.